webdesign.fo Samband

Dátuverndarkunning

Dátuábyrgdari

JMC (webdesign.fo), V-tal 688819, er dátuábyrgdari fyri viðgerðini av teimum persónupplýsingum, sum vit fáa um teg.

Teldupostur: jm@webdesign.fo

Endamál og heimild

Vit brúka upplýsingarnar, sum tú sendir okkum, til at svara tær. Heimildin er § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini. Okkara heimilaða áhugamál er at kunna svara fyrispurningum.

Hvør fær upplýsingarnar?

Simply.com (Danmark, ES) hýsir heimasíðuna og sendir boðini til okkara teldupost. Google Cloud EMEA Limited (Írland, ES) veitir okkara teldupostskipan. Google kann eisini viðgera upplýsingarnar í USA og øðrum londum uttanfyri ES/EBS. Til tað brúkar Google standardásetingarnar hjá ES-nevndini, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent.

Tá ið tú vitjar síðuna

Simply.com skrásetur IP-adressuna hjá tær og goymir hana í tríggjar vikur. Heimildin er § 8, stk. 1, nr. 6. Okkara heimilaða áhugamál er at kunna senda síðuna til tín og verja hana ímóti misbrúki.

Hvussu leingi goyma vit upplýsingarnar?

Vit strika boðini í seinasta lagi 12 mánaðir eftir, at vit seinast høvdu samband við teg.

Tíni rættindi

Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg, og at fáa rangar upplýsingar rættaðar. Í summum førum hevur tú eisini rætt til at fáa upplýsingarnar strikaðar og at fáa viðgerðina avmarkaða. Skriva til jm@webdesign.fo.

Rætturin til mótmæli

Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Hetta er galdandi fyri viðgerð, sum er grundað á § 8, stk. 1, nr. 6. Skriva til jm@webdesign.fo.

Klaga til Dátueftirlitið

Tú hevur rætt til at klaga til Dátueftirlitið (www.dat.fo).